Johan Nielsen skal gera NSÍ til meistara

Johan Nielsen skal næsta kappingarár venja NSÍ, men NSÍ-formaðurin avsannar, at NSÍ dyrgir eftir fleiri av profilunum á Skála-liðnum eisini


Síðani Trygvi Mortensen varð koyrdur úr venjarasessinum hjá NSÍ, hava søgurnar gingið um, at Johan Nielsen, venjari hjá Skála, verður komandi venjarin hjá NSÍ.
Hesar søgurnar eru nú váttaðar. Johan Nielsen og hjálparvenjari hansara, Pauli Poulsen, skriva í næstum undir sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár, og tað er eingin ivi um, hvat málið hjá NSÍ er og hevur verið. Runavíkingar vilja so fegnir vinna sítt fyrsta FM-heiti í mansfótbólti, og tað halda teir seg best kunna gera við mest vinnandi venjaranum í Føroyum á odda fyri liðnum.
 
Váttað avtaluna
Úr nevndini hjá Skála verður sagt, at tey rokna við, at sáttmáli millum NSÍ og Johan Nielsen verður undirskrivaður í kvøld.
Hetta fekk formaðurin hjá NSÍ, Andrias Lamhauge, ikki váttað fyri Sosialinum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Men hann kundi tó staðfesta, at NSÍ hevur gjørt avtalu við Johan Nielsen um, at hann frá komandi kappingarári at rokna verður venjari hjá NSÍ.
 
Spælarar eisini upp á tal
Sosialurin skrivaði longu fyri góðari viku síðani, at Johan Nielsen skuldi gerast venjari hjá NSÍ, men tá varð hetta avsannað.
Orsøkin til, at Trygvi Mortensen fekk boðini um, at hann ikki skuldi verða venjari hjá NSÍ næsta ár, var nevniliga, at so kundi leiðslan í NSÍ gera eina ítøkiliga avtalu við nýggjan venjara, og fremsta uppskotið var allatíðina Johan Nielsen.
Søgur hava eisini gingið um, at NSÍ dyrgir eftir fleiri av stuðulsspælarunum á Skála, sum teir royna at fáa saman við Johan Nielsen til NSÍ.
Hetta gjørdu vit Andrias Lamhauge varugan við, og spurdu vit hann, um NSÍ eisini hevði tryggjað sær avtalu við nakrar leikarar frá Skála?
Til hetta svarar Andrias Lamhauge stutt og greitt: Nei, tað hava vit ikki!Sosialurin veit tó, at samband hevur verið millum NSÍ og spælarar hjá Skála um næsta kappingarár, og fæst at síggja komandi dagarnar og vikurnar, hvussu tað gongst við royndunum at fáa nýggjar spælarar til NSÍ.