Strandferðslustjórin Bogi Mortensen er sendur til hús við løn í eitt ár.
- Eg eri ikki nøgdur við fíggjarligu stýringina av Strandferðsluni. Tí havi eg valt at siga stjóran úr starvi, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við Boga Mortensen.
Stjórin á Strandferðsluni hevur verið sjúkrameldaður síðstu tíðina, men hann fer nú úr starvi beinanvegin.
Grannskoðarafyritøkan Januar er biðin um at koma við einum fullfíggjaðum, grannskoðaðum roknskapi fyri Strandferðsluna fyri árið 2013. Tað arbeiðið verður liðugt í februar.
Kortini verður stjórin á Strandferðsluni koyrdur til hús beinanvegin.
- Álitið á stjóran er burtur, sigur Johan Dahl.
Fráfaringaravtalan við stjóran gevur honum uppsagnarløn og fráfaringarsamsýning, svarandi til løn í tilsamans 12 mánaðir.
Les eisini: Stjórin á Strandferðsluni farin úr starvi
Regin I. Jacobsen er fyribilssettur stjóri á Strandferðsluni. Vinnumálaráðið fer í næstum at lýsa eftir nýggjum stjóra.
Hoyr samrøðu við Johan Dahl við at trýsta á pílin undir myndini.