Johan kann ikki ógilda fráfaringaravtalu

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg ongan møguleika hava at ógilda fráfaringaravtaluna, sum stýrið fyri ALS gjørdi við nú fyrrverandi stjóran, Ernst Jacobsen.

Í svari til grein-52 spurning frá Hendrik Old, løgtingsmanni, svarar Johan Dahl millum annað:

”Nei, eg havi ikki møguleika fyri at ógilda fráfaringaravtaluna, sum gjørd er við fráfarna stjóran fyri ALS. Ein almennur myndugleiki kann gera eina fráfaringaravtalu, har ein samsýning er partur av fráfaringaravtaluni. ALS stýrið hevur heimild til at gera eina tílíka avtalu, og tað krevst ikki, at ein tílík avtala verður góðkend av mær sum landsstýrismanni varðandi av ALS. Sostatt havi eg ikki møguleika fyri at ógilda avtaluna, sum gjørd er við fráfarna stjóran fyri ALS.

Virðið á gylta lógvatakinum til Ernst Jacobsen var áleið 1,2 millión krónur.