Føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við Skanderborg Håndbold í bestu deildini í Danmark, hevur verið fastur maður á liðnum og hevur havt úr at gera higartil hetta kappingarárið.
Høvuðsorsøkin hevur verið, at Tim Sørensen, sum eisini er lámur og spælir á høgra vongi eins og Jóhan, hevur verið skaddur. Tískil hevur Jóhan á Plógv Hansen verið einasti maður á høgra vongi.
Nú hevur Skanderborg Håndbold tó útvegað sær ein høgra vong afturat fyri at geva Jóhan kapping ímeðan Tim Sørensen er skaddur. Talan er um 18 ára gamla Mads-Peter Lønborg Poulsen, ið kemur til felagið úr AGF.
Skanderborg Håndborg er í løtuni á triðaftasta plássið í deildini við fýra stigum fyri átta dystir. Teir eru tó javnir í stigum við tvey onnur lið, sum tó hava betri málmun og harvið eru frammanfyri Skanderborg Håndbold.
Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur skotið 18 mál í teimum átta dystunum higartil í ár, skal í kvøld á vitjan hjá Team Tvis Holstebro, sum er á triðja plássið. Tann dysturin byrjar kl.18.30 føroyska tíð.










