Hóast andstøðan reisti fleiri spurningar, so var tað tá avtornaði eitt samt løgting, sum í kvøld hevur givið landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at keypa aftur privatu partabrøvini í Atlantsflog.
31 løgtingsfólk eru í løgtingssalinum í kvøld, og øll 31 atkvøða fyri uppskotinum hjá Johan Dahl.
Nakað av orðaskifti var um uppskotið, tá tað kom til 2. viðgerð í kvøld. Serliga var tað formaðurin í Tjóðveldi, sum reisti fleiri spurningar, serliga um ta vald, ið landsstýrismaðurin nú fær á flogfelagnum.
Les eisini: Landsstýrismaðurin fær ov stórt vald
Men tað var tó ongantíð nakar ivi um, at Johan Dahl fór at fáa breiða undirtøku fyri sínum lógaruppskoti. Ein samd Vinnunevnd mælti nevniliga løgtinginum til at atkvøða fyri uppskotinum.
Les eisini: Vinnunevndin samd um nationalisering
Undir 2. viðgerð gav Johan Dahl til kennar, at hóast løgtingið í dag víkir frá øllum tíðarfreistum, so er ikki talan um eina "hovsa-loysn". Sambært landsstýrismanninum hevur ætlanin leingi verið ávegis.
- Tað er sera óheppið, at man á sinni valdi at einskilja ein triðing av Atlantsflog. Hetta er ein roynd at rætta uppaftur, sigur Johan Dahl.
Eftir 2. viðgerð var løgtingsfundurin niðurlagdur í tveir minuttir, áðrenn atkvøðast skuldi við 3. viðgerð.
Og fyri fáum minuttum síðani samtykti løgtingið endaliga, at privatu partabrøvini í Atlantsflog aftur skulu gerast almenn.
Heimildin verður formliga brúkt á eykaaðalfundi í Atlantsflog 10. mars. Tá fer landsstýrið sum størsti, privati partaeigari at brúka sín rætt at lata felagið sjálvt keypa privatu partabrøvini aftur fyri kurs 210, svarandi til tilsamans 71 milliónir krónur.
Eina viku seinni verður Atlantsflog ætlandi tikið av keypsskálunum í Reykjavík og Keypmannahavn.
Tá stendur føroyska flogfelagið aftur har tað stóð, áðrenn løgtingið samtykti at fara undir eina einskiljingartilgongd, sum fór av bakkastokki við løgtingslóg nummar 102 frá 4. desember 2006.