Hósdsgin 6. september fer havrannsóknarskipið Jákup Sverri at gera heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka. Tá fæst ein ábending um, hvussu støðan við eitt nú toski og hýsu er á Bankanum.
Eins og onnur heyst, verður aftur hesaferð skipað fyri vælumtóktu Føroyabankakvøldunum í Áarstovu í Havn, tá skipið kemur aftur av túri - vónandi við góðum fongi av Føroyabanka.
Kvøldini í heyst verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið, 15. og 16. september, og longu nú ber til at bíleggja sær borð við at ringja í Áarstovu.
Áhugin fyri at smakka góða fiskin av Bankanum er stórur, eins og hann hevur verið tað øll árini, síðan farið varð undir hetta tiltak - ávikavist á vári og á heysti eftir yvirlitstrolingar á Bankanum.
Ein av fyrireikarunum og pionerunum til hesi serstøku kvøld í Áarstovu, er Johan Mortensen. Nú vinnulig veiða aftur er loyvd á Føroyabanka, er hann ikki sørt stúrin um framtíðina á Bankanum.
- Eftir at Føroyabanki hevur verið stongdur fyri vinnuligari veiði í fleiri ár, tí toskastovnurin hevur verið so illa fyri, er nú latið uppaftur fyri avmarkaðari veiði, bæði við línu og snellu.
Johan Mortensen sigur seg vera vónbrotnan av nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Dennisi Holm, sum ístaðin fyri at minka um dagatalið á Bankanum, heldur hevur økt um dagatalið.
- Eg veit,at landsstýrismaðurin hongur seg í, at nú verður størri partur av veiðini tillutaður smærri útróðrarbátum, men í hesum døgum lesa vit eisini, at frystilínuskip eru á Føroyabanka.
Johan Mortensen er serliga harmur um, at eingi krøv eru um, at øll veiðan av Bankanum skal koma til sættis og soleiðis eisini høvdini, har tú fært størstu kjálkar og lippur.
- Hóast ongar treytir eru, vóni eg, at fiski-og útróðrarmenn eru so mikið at sær komnir, at teir taka høvdini við sær til lands, men landsstýrismaðurin hevur eingi krøv sett hesum viðvíkjandi, ið eftir mínum tykki skuldi verið ein sjálvfylgja.
Hann vísir á, at føgur orð eisini hava ljóðað um, at toskurin av Føroyabanka skuldi koma til lands í bestu dygd, og at fiskurin skuldi marknaðarførast sum heimsins besti fiskur, men hetta sæst lítið til.
- At síggja til koyrir alt nú bara, sum best ber til, og eg dugi ikki at síggja, at nøkur serstøk krøv eru sett til nakað sum helst - annað enn, at veiðan av Bankanum skal seljast á uppboðssølu.
Johan Mortensen sigur, at hann unnir øllum bátaeigarum og manningum at fáa nakað burtur úr á Bankanum, og hann skilir væl, at hetta kann gerast kærkomið, tá minni er at fáa á landgrunninum.
##med2##
- Men, tað er ikki sørt, at eg stúri fyri gongdini. Í prinsippinum haldi eg, at bert snelluveiða skuldi verið loyvd á Føroyabanka, tí vit vita, at bæði útróðrarbátar og serliga línuskip eru rættiliga effektiv í dag.
Tað er eingin loyna, at Johan Mortensen hevði sæð fyri sær, at tilfeingið, sum nú hevur víst seg at vera aftur á Bankanum, í størri mun átti at verið brúkt sum partur av føroyskari ferðavinnu og gastronomi.
- Vit hopa øll tað besta, og vit bíða spent eftir úrslitunum av nýggju heyst yvirlitstrolingunum hjá Jákupi Sverra. Vit kunnu bara biðja eftir, at skaðin á Bankanum ikki longu er hendur, sigur Johan Mortensen.