Johan er ímóti men atkvøður fyri

– Eg síggi tað øvugta í tí, at hybrid bilar fáa avgjaldslætta, og tað er ikki heilt í tráð við umhvørvispolitikkin hjá landsstýrinum

 

Tað viðgongur Johan Dahl, løgtingsmaður, ið sjálvur sum hin einasti samgongumaðurin koyrir í el-bili.

– Eg eri partur av samgonguni og atkvøði tí fyri hesum málinum hjá samgonguni, sigur Johan Dahl.

Hann vísir á, at tað nytttar einki at oysa el-bilar inn á føroyska marknaðin, tá undirstøðukervið ikki er til tað. Hann sigur, at tað mugu gerast nógv fleiri løðistøðir kring landið, sum kunnu løða bilar upp á stutta tíð, áðrenn vit fáa gleði av elbilum, sigur Johan Dahl.

Hóast løgtingsmaðurin heldur ikki er samdur í, at avgjald skal leggjast á el-bilar um tvey ár, so sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skjýtur upp, so væntar hann kortini ikki, at avgjald kemur á el-bilar um tvey ár.

– Eg vænti, at vit fara at endurskoða hasa lógina, áðrenn vit koma so langt, sigur Johan Dahl.

So hóast Johan Dahl ikki er samdur, so tekur hann kortini undir við landsstýrismanninum og samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini.

Hóast andstøðuflokkarnir mæla frá, at hybrid bilar sleppa undan avgjaldi, so bendir mest á, at uppskotið hjá Jørgen Niclasen verður samtykt soleiðis, at elbilar sleppa undan avgjaldi næstu 23 mánaðirnar, og at hybrid bilar fáa ein lætta í avgjøldum.

Sambært uppskotinum hjá Jørgen Niclasen verður avgjald lagt á elbilar frá 1. januar í 2023 at rokna.