Johan er fluttur upp

Møguleikin hjá Jón Róa Jacobsen og Frem kámaðist, tá ið størsti kappingarneytin hjá teimum fekk fult í næstsíðsta umfarinum

DANMARK 1. DEILD

Í hvussu so er ein útiseti fer næsta kappingarár at stríðast í superliguni. Talan er um Johan Byrial Hansen, sum er í verjuni hjá Horsens. Sunnudagin varð greitt, at Horsens hevði tryggjað sær annað uppflytingarplássið. Tað kom til høldar, tá ið teir á Eysturbrúgv vunnu 2-0 á Skjold. Bæði málini vórðu skorað innanfyri teir seinastu tíggju minuttirnar.
Fagnaðurin í Horsens leguni var ógvuliga stórur, og tað var ikki so undarligt. Mesta partin av kappingini vóru teir klárt á fremsta plássinum. Men - á sama hátt sum í fjør - so fingu teir gummibein, tá ið uppflytingin endaliga skuldi tryggjast. Hesar seinastu dagarnar gekk tó aftur undan. Fyrst vunnu teir hóskvøldið 2-1 í útsetta heimadystinum ímóti Frem, og so staðfestu teir uppflytingina sunnudagin, tá ið teir vóru í høvuðsstaðnum.
Í seksti árunum var Horsens í femstu deildini. Teir vóru nevndir Den gule fare fra Horsens, men nógvu tey seinastu árini hava teir ikki verið serliga vandamiklir.
Spurningurin er nú, um sunnasti parturin av Danmark skal fáa enn eitt umboð í bestu deildini. SønderjyskE, sum hevur heimavøll í Haderslev, er á næstfremsta plássinum. Teir eru tvey stig frammanfyri Frem, og teir hava væl betri málmun.
Fyritreytirnar hjá Frem eru einki serligar, eftir at teir sunnudagin vunnu 4-1 á B93. Jón Rói Jacobsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Samstundis vann SønerjyskE 2-0 í Næstved. Í síðsta umfarinum skal Frem spæla torføran útidyst í Køge, meðan SønerjyskE skal spæla á heimavølli ímóti Fredericia.
Fremad Amager vann sunnudagin 3-1 á heimavølli ímóti Brønshøj. Andrew av Fløtum var so mikið viðtikin eftir landsliðsferðina í Føroyum, at hann var ikki førur fyri at spæla við í síðsta heimadystinum í hesum kappingarárinum.