Johan Dalsgaard skuldi flyta út

Tá ið Búnaðarstovan fyri tveimum árum síðan varnaðist, at onkur varð fluttur inn í Fámará, fekk uppsitarin greið boð um at steðga við framleiguni

Eftir at Árni Brattaberg í 2000 segði festið í Fámará frá sær, gjørdi Búnaðarstovan (tá Føroya Jarðarráð) avtalu við ein privatpersón í Sumba um at hava umsjón við festinum.
Hann varð biðin um at røkta seyðin og ansa eftir, at bygningarnir ikki fórust verri. Maðurin varð eisini biðin um at fáa hita aftur í sethúsini og keypa olju og senda Jarðarráðnum rokningina.
Aftur fyri fekk hann ræðið á seyðinum og rætt til at taka seyðin um heystið.
Seint á sumri 2010 gjørdist Búnaðarstovan varug við, at onkur búleikaðist í ognunum í Fámará.
“Sum tað framgongur...hevði uppsitarin onga heimild at lata nakran framleiga ognirnar, og Búnaðarstovan sendi tí 15. september uppisitaranum eitt skriv, har hetta varð átalað, og uppisitarin varð biðin um at steðga við at framleiga ognirnar”.
Hetta stendur í viðmerkinginum hjá Jens Andriasi Vinther, sum er advokatur hjá Búnaðarstovunum.
Hann skrivaði eisini, at Búnaðarstovan í oktober sama ár segði avtaluna við uppsitaran upp, tí ætlanin var at bjóða festið í Fámará út í fjør.
Sostatt hevði uppisitarin onga heimild til at lata nakran flyta inn í Fámará, og hann fylgdi ikki boðunum frá Búnaðarstovuni um at biðja viðkomandi flyta út.