Johan Dahl virdi ikki egna samtykt

Hóast hann sum høvuðspartaeigari samtykti viðtøkubroyting um nevndarval, so virdi Johan Dahl ikki samtyktina

Adrian Noskwith, sum er størsti privati íleggjarin í Atlantic Airways, gevur í opnum brævi ilt av sær um nevndarvalið í Atlantic Airways.

 

Høvuðsorsøkin er, at hann heldur landsstýrismannin í vinnumálum hava misnýtt sína støðu sum høvuðspartaeigara.

 

Við tveimum triðingum av atkvøðurættinum á aðalfundinum er tað í veruleikanum bert atkvøðan hjá vinnumálaráðharranum, sum telur, tá mál eru fyri á fundinum, og tað var eftir ølum at døma hesin suvereni meirilutin, sum varð nýttur, tá nýggjur formaður skuldi veljast í nevndina, eftir at Bjarni A. Bjarnason var farin frá.

 

Á vári í 2012 hevði aðalfundurin annars samtykt broytingaruppskot, sum bar við sær, at ein serstøk nevnd skuldi fyrireika útnevningar til nevndarlimir og nevndarformann hjá felagnum. Hetta er vanlig áseting hjá flestu fyritøkum, ið eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum, og skal hon geva íleggjarunum vissu fyri, at ávísar mannagongdir verða fylgdar, tá nevndir verða mannaðar. Broytingaruppskotið varð samtykt, og staðfest varð, at formaðurin og tveir aðrir nevndarlimir skuldu manna hesa nevnd hjá Atlantic Airways.

 

Broytingin kundi bara viðtakast, um vinnumálaráðharrin atkvøddi fyri hesari, og tað gjørdi Johan Dahl. Men tá fyrsta uppgávan hjá setanarbólkinum stóð fyri framman, vildi Johan Dahl ikki góðtaka nýggju regluna. Regluna, sum hann sjálvur hevði samtykt.

 

Setunarbólkurin varð mannaður av Kaj Johannesen, sum fyribils var formaður, Tezz Tordsdotter Ohlsson og Inga S. Joensen, nevndarlimum. Tey trý høvdu sítt greiða tilmæli til val av nýggjum nevndarformanni, men Johan Dahl var eftir øllum at døma ikki samdur í teirri tilnevning. Ístaðin valdi hann Niels Mortensen sum nevndarformann.

 

Fráboðanin hjá Adrian Noskwith sæst við at trýsta HER