Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at fylgja tilmælunum í heildarætlanini ”Fólkaflyting og fólkavøkstur” um at loyva nýútbúnum føroyingum upp í ALS eftir loknan lestur og at loyva arbeiðsleysum, sum fáa pengar úr ALS, at fara til Danmarkar at leita sær eftir arbeiði uttan samstundis at missa ALS-stuðulin.?- Ja, hatta eru tilmæli, sum eg taki undir við. Tað hevur longu í eina tíð verið arbeitt á embætismannastigi við at broyta avtaluna, sum vit hava við Danmark viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað fer at bera til hjá arbeiðsleysum at ferðast millum londini í styttri tíðarskeið at søkja arbeiði og fáa arbeiðsstuðulin við sær ímeðan. Her er talan um eina generella skipan fyri øll, sum fáa pening úr arbeiðsloysisskipanunum í ávikavist Føroyum og Danmark og ikki bert nýútbúgvið fólk. Arbeiðið við hesum er komið so langt nú, at eg vænti, vit fáa eina nýggja avtalu við danir innan nakrar fáar vikur, sigur Johan Dahl.?Føroyar hava frammanundan avtalur við hini Norðurlondini um hetta, men ikki við Danmark.
?Liðugt til ólavsøku?Tað verður óiva tyngri hoyggj at draga at fáa hitt tilmælið framt í verki. Tað snýr seg um, at lesandi beinanvegin eftir loknan lestur skulu sleppa upp í ALS og fáa útgjald haðani, meðan tey leita sær eftir arbeiði.?Ivasamt er, hvussu politiska undirtøkan er fyri hesum uppskotinum. Tó kann væntast, at stóru andstøðuflokkarnir taka undir við tíð. Javnaðarflokkurin hevur sjálvur lagt eitt líknandi uppskot fyri tingið.?Tað er eisini ivasamt, hvat limirnir í ALS-stýrinum siga til uppskotið, ið arbeiðsbólkurin handan heildarætlanina hevur mett at kosta ALS 4,2 milliónir krónur um árið. Hetta eru pengar, sum sambært landsstýrismanninum mugu fáast inn í hækkaðum inngjøldum frá teimum, sum frammanundan gjalda inn í skipanina.?- Hetta er alt nakað, sum vit skulu hyggja upp á saman við stýrinum. Eitt nú mugu vit gera onkrar avmarkingar, tí tað ber ikki til at geva rætt til ALS-stuðul bara tú hevur tikið okkurt skeið, ella hevur verið nakrar mánaðir á háskúla. Men hetta er nakað, sum tað ber til at finna út av. ALS-stýrið skal koma við einum uppskoti, og tað bíði eg eftir í løtuni, men eg vóni, at tað fer at eydnast at fáa hetta ígjøgnum til ólavsøku, sigur vinnumálaráðharrin.
?Felags viðgerð?Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, sigur, at tilmælið í heildarætlanini ikki er viðgjørt í stýrinum enn. Í stýrinum situr hann millum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum – umboð fyri fakfeløg og fyri arbeiðsgevarar á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum – og tí er hann varin við at spáa um útlitini.?- Vit eru kunnað um uppskotið, men hava ikki viðgjørt tað. Tað fara vit so smátt í holtur við í næstum, og vit hava avrátt við landsstýrismannin í vinnumálum, at vit skulu viðgera hetta málið saman við Vinnumálaráðnum. Annars er hetta eitt mál av fleiri øðrum málum, sum vit arbeiða við, so eg vænti ikki, at nakað uppskot verður klárt at senda til hoyringar fyrr enn einaferð út á várið, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Tað er í heildarætlanini ”Fólkaflyting og fólkavøkstur”, sum ein arbeiðsbólkur greiddi úr hondum og lat Vinnumálaráðnum í apríl í fjør, at tilmælini um samskipan av føroysku og donsku arbeiðsloysis-stuðulsskipanunum og ALS-stuðul til lesandi eru við sum ávikavist átak nummar 25 og 26:
Átak 25?At broyta avtaluna millum Føroya landsstýri og Arbejdsministeriet (um samskipan av arbeiðsloysistrygging millum Føroyar og Danmark), so hon viðurkennir rættindi í norðurlendska sáttmálanum hjá arbeiðsleysum at fara í annað Norðurland við rætti til arbeiðsloysisstuðul í upp til tríggjar mánaðir.
• Endamálið er at gera tað lættari hjá útisetum,sum eru í arbeiðsloysisskipanini í Danmark, at koma til Føroya í upp til tríggjar mánaðir at søkja starv við arbeiðsloysisstuðli.
• Málbólkurin er føroyingar búsitandi í Danmark, sum fáa útgjald úr donskum A-kassa.
• Ábyrgdari: Vinnumálaráðið.
• Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður. Arbeiðið kann byrja í 2013, og avtalan verða klár í 2014.
Átak 26?At geva nýútbúnum atgongd til ALS-skipanina
• Endamálið er at gera tað lættari hjá nýútbúnum at flyta til Føroya eftir loknan lestur og at fáa tey, ið hava tikið hægri útbúgving í Føroyum, at verða verandi í landinum.
• Málbólkurin er tey, sum júst eru liðug við hægri útbúgving, annaðhvørt í ella uttan fyri Føroyar.
• Ábyrgdari: Vinnumálaráðið saman við ALS.
• Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 4,2 milliónir krónur úr ALS-skipanini um árið. At seta í verk í 2015.









