Johan Dahl vil ikki bakka

Hóast ein stórur meiriluti í Løgtinginum vil hava Johan Dahl at bakka, vil landsstýrismaðurin ikki gevast.

Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at ongin avtala kann gerast um løn til stjóra og stýrið fyri ALS, fyrrenn hann hevur góðtikið lønarlagið.

Hetta er eitt krav, landsstýrismaðurin setir fram í kjalarvørrinum á fráfaringaravtaluni, stýrið fyri ALS gjørdi við Ernst Jacobsen, tá ið hann fór úr starvi.

Men hetta hevur vakt mikla mótstøðu, eitt nú siga flestu stýrislimir fyri ALS, at hetta er at leggja seg út í viðurskifti í ALS, sum er ein privat skipan og samstundis er hetta ein misálitisváttan á stýrið fyri ALS.

Vinnunevndin hjá løgtinginum er samd og heitir á Johan Dahl taka málið aftur og biðja hann heldur gera almennar reglur fyri lønir og samsýningar.

Samstundis sigur Vinnunevndin, at stýrið fyri ALS er longu við at gera reglur fyri lønir og samsýningar.

Harafturat er tað ikki siðvenja, at Løgtingið leggur seg út í Viðurskifti í ALS.

Men Johan Dahl ger púra greitt, at hann tekur ikki uppskotið aftur.

Tvørtur ímóti biðjur hann Vinnunevndina viðgera málið av nýggjum.

Hann staðfestir, at Vinnunevndin hevur ongar grundgevingar uttan at hetta er at leggja seg út í viðurskifti í ALS og at tað skal vera ímóti siðvenjuni, at Løgtingið ger tað.

- Vinnunevndin hevur við hesum noktað at taka støðu til innihaldið í uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at gera tað sama.

- Tað er ein márgháttlig støða, sum Vinnunevndin við hesum setir Løgtingið og landsstýrismannin í.

Johan Dahl sigur, at hetta snýr seg um at varðveita álitið á skipanina og at sleppa undan illgrunanum um, at stýrið fyri ALS ásetir sína egnu samsýning stjóralønina á ósakligan hátt.

- Tað er hetta, málið snýr seg um, og sum Løgtingið skal taka støðu til, sigur landsstýrismaðurin í Vinnumálum.

Johan Dahl sigur, at tað er bara høvuðsreglan, at Løgtingið ikki skal blanda seg upp í ALS.

Hann heldur, at tað kann heldur ikki góðtakast, at Løgtingið á henda hátt avmarkar sítt lóggávuvald á einum so týðandi øki, sum Arbeiðsloysisskipanin er.

- At tingfólk heldur ikki føla seg bundnan av eini tílíkari siðvenju, sæst eisini av, at nøkur av limunum í Vinnunevndini, sum í hesum málinum skjóta seg undir eina siðvenju, vilja samstundis hava Løgtingið at strika loftið fyri, hvussu stóra upphædd fólk í mesta lagi kunnu rinda í ALS.

Í hesum føri sipar hann til Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen, sum eru í vinnunevndini, har tey biðja Johan Dahl taka uppskotið aftur – samtundis sum tey biðja løgtingið avtaka inngjaldsloftið, sum stýrið fyri ALS hevur ásett.

Í løtuni er skipanin tann, at ongin kann rinda meiri enn 6.500 krónur í ALS um árið.

Tað merkir, at ongin rindar ALS av tí partinum av lønini, sum er omanfyri 525.000 krónur.

Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen halda, at tað er órættvíst, at tey við lág- og miðalinntøku skulu rinda ALS av allari inntøkuni, men tey háløntu sleppa undan at rinda ALS av tí partinum av lønini, sum er omanfyri 525.000 krónur.