Johan Dahl vil hava betri tíð

Hann klárar ikki at svara álvarsomum atfinningum til tíðina

Tað tekur drúgva tíð at gjøgnumganga málið av nýggjum og at svara kæruni.

 

Tað er grundgevingin fyri, hví Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú vil hava betri tíð at svara kæruni um embætisførslu hansara í sambandi við Strandferðsluna.

 

Tað eru teir fýra floksformenninir fyri Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum allir eru í andstøðu, ið hava kært Johan Dahl fyri landsstýrismálanevndini fyri embætisførslu hansara í samband við málið um fíggjarligu viðurskiftini á Strandferðsluni.

 

Tað málið endaðu fyribils við, at stjórin, Bogi Mortensen, fór úr starvi.

Men síðani hava atfinningarnar eisini heglað niðuryvir landsstýrismannin fyri mátan, hann handfór málið upp á.

Tí gjørdu teir fýra floksformenninir av at kæra Johan Dahl fyri landsstýrismálanevndini.

 

Í kæruni vísa teir á, at grannskoðararnir hjá løgtinginum hava átalað hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

 

Teir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.

 

Tí vilja teir hava landsstýrismálanevndina at taka støðu til hesar fimm spurningarnar:

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.

- Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum.

 

Landsstýrismálanevndin hevur gjørt av at taka málið upp og tann 21. mai sendi hon landsstýrismanninum skriv og bað um eina viðmerking til kæruna.

Freistin at svara er 14 dagar og sostatt skuldi landsstýrismaðurin svara í seinasta lagi 4. juni.

 

Men nú hevur Johan Dahl sent nevndini skriv, har hann biðjur um at freistin verður longd 14 dagar afturat, til tann 18. juni.

Hann sigur, at málið er so rúgvismikið, at tað tekur tíð at gjøgnumganga tað av nýggjum og at svara kæruni og tí vil hann hava longri freist.