Johan Dahl umhugsar at leggja uppí

Nú verkfall er fráboðað, og strandfaraskip løgd leygardagin, leggur Johan Dahl kanska uppí.

Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, umhugsar at leggja uppí, nú samráðingarnar millum Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið er slitnaðar, og skipini hjá Strandferðsluni verða løgd leygardagin.

 

- Eg fari á fund við partarnar, Semingsstovnin og Fíggjarmálaráðið í morgin, sigur Johan Dahl.

 

Men hvat ítølkiligt kann Johan Dahl gera?

 

- Eg kann fara í løgtingið við einum lógaruppskoti, ið longir sáttmálarnar, sigur Johan Dahl.

Ofta hava landsins kosnu aftra seg við at leggja uppí, og við lóg blandað seg uppí viðurskiftini, men Johan Dahl sigur seg umhugsa henda møguleika.

 

Johan Dahl hevur ferð eftir ferð havt á lofti, at tað ber ikki til, at samráðingarsteðgur aftur og aftur rakar strandfaraskipini, og harvið ávísar partar av landinum.

 

Og eftir øllum at døma ætlar hann at gera bart.

 

- Nú fari eg á fund við partarnar í morgin, og so síggi eg hvat kann gerast. Men eg umhugsi møguleikan at leggja uppí, sigur Johan Dahl við in.fo í kvøld.