Johan Dahl ætlar einki at gera

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum ætlar ikki at gera meira fyri at loysa trupulleikan við privatu partaeigarunum í Atlantsflog. – Málið er avgreitt frá mínari síðu, sigur hann

Atlantsflog

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Umboðsmaðurin hjá Adrian Noskwith, Parker Donham, segði í gjár við Rás2, at hann hevði fingið ein teldupost frá føroyska umboðnum hjá teimum, Eyðfinn Jacobsen, sum segði, at Johan Dahl hevði boðað frá, at hann einki ætlar at gera fyri at loysa trupulleikan hjá privata partaeigaranum í Atlantsflogi, Adrian Noskwith.

- Tað er ikki ein loysn, sum vit kunnu brúka til nakað. Vit mugu fáa loyst henda trupulleikan. Vit gjørdu eina íløgu í felagið, sum bygdi á eitt lyfti frá landsstýrinum, eitt sera greitt lyfti, at teir vildu virða armslongdar-prinsippið. Hesi lyftini hava løgfrøðiliga vekt. Landsstýrismaðurin lovaði, at hann fór ikki at blanda seg upp í raksturin av flogfelagnum. Hesar vóru fortreytirnar, sum vit gjørdu okkara íløgu undir. Tá so hesar fortreytirnar verða broyttar, so haldi eg at har er onkur skylda til at taka rímilig atlit til okkum, og vit hava skotið eina røð av loysnum upp fyri landsstýrismanninum. Vit leggja einki í hvørja loysn, hann velur, segði Parker Donham við Rás2 í gjár.

Í einari lýsing í Sosialinum í gjár kom Adrian Noskwith við einari innbjóðing til Johan Dahl, har hann segði, at hann ynskir at fáa ein fund við landsstýrið sum skjótast, ella onkran, sum landsstúyrið velur sum umboð, til tess at fáa loyst málið. Um málið ikki verður loyst, segði hann, so verður neyðugt at ganga rættarinnar veg.


Ongan fund

Men eftir øllum at døma ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, ikki at gera nakað. Hann sigur, at málið er avgreitt frá hansara honum, og at hann ikki ætlar at hava fleiri fundir við Adrian Noskwith í hesum høpi.

- Eg kann ikki avgera nakað fyri Harra Noskwith. Um hann metir, at hann skal ganga tann leistin (rættarinnar veg, blm.), so kann eg sjálvandi ikki forða honum í tí. Eg kann bara avgreiða hetta málið, sum eg havi fingið upp í hendurnar á tann leist, sum eg havi gjørt tað, og eg havi lagt tað fram eftir tí leisti, sum tað skal leggjast fram, bæði á landsstýrisfundi og frá landsstýrisfundi víðari til einskiljingarnevndina, og tað er tann vegin málið skal. Og tá tað er svarað aftur harfrá, og svarið er sent til umboðið hjá Adrian Noskwith í Føroyum, so er málið frá mínari síðu avgreitt, segði Johan Dahl við Kringvarpið í gjár.

- Eg fari ikki at biðja um fleiri fundir við Harra Noskwith í hesum høpi. Tað svarið, sum er givið, er givið frá Vinnumálaráðnum vegna landsstýrið, og tað er tað svarið, eg fari at halda meg til, segði Johan Dahl við Kringvarpið í gjár.


Kunnu leggja sak í trimum londum

Parker Donham, sum er talsmaður hjá Adrian Noskwith, segði í gjár við Rás2, at sum tað sær út í løtuni, so er rætturin tann einasta loysnin á málinum.

Men enn er ikki avgjørt, hvar ætlanin er at leggja sak móti landsstyrismanninum.

- Partabrøvini eru skrásett í Reykjavík og í Keypmannahavn, og Adrian Noskwith býr í Onglandi. So har eru í øllum førum trý ymisk lógarøki, sum vit kunnu velja at leggja sak í, staðfesti Parker Donham.

- Okkum dámar ikki at noyðast gjøgnum rættarskipanina, men í løtuni sær tað út sum okkara einasti møguleiki. Men eg kann fortelja tær eitt ting. Vit vilja ikki bara fara vekk. Hetta málið verður loyst, á ein ella annan hátt, antin við samráðingum við landsstýrið ella við at leggja sak, staðfesti Parker Donham.