Johan Dahl sigur kortanei til at bótin skal hækka

Bótin fyri ólógliga parkering verður ikki hækkað, ger hann púra greitt

- Eg fari ikki at góðtaka, at bótin fyri ólógliga parkering, verður hækkað.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta ferðslulógina.

 Í uppskotinum stendur, at nú skal tað ber til at lata kommunurnar umsita parkeringsviðurskiftini. 

Men heimild skal eisini vera fyri at hækka bøturnar fyri ólógliga parkering.

 

Tað hevur eisini mangan verið ført fram, at parkeringsbøturnar eru so lágar, at fólk leggja einki í um tey fáa bót.

Ti halda nógv, at høvdu bøturnar verðið hækkaðar, høvdu bilførarar havt størri virðing fyri lógini og høvdu ikki parkerað bilin, har tað ikki varð loyvt.

 

Johan Dahl afturvísir avgjørdur, at parkeringsbøturnar skulu hækkast.

Bøturnar kunnu ikki hækkast uttan hansara góðkenning og hann ger púra greitt, at sum støðan er nú, fer hann ikki at góðkenna, at bøturnar hækka

 

- Tað verður ikki talan um at hækka bøturnar fyri at parkera ólógliga, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at so leingi, umstøðurnar at parkera eru so út av lagi vánalig í Havnini, sleppur býráðið ikki at hækka bótina fyri at parkera ólógliga.