?Tað er at fegnast um, at føroyskar fyritøkur hava fingið fótin fyri seg í Hetlandi. Eg ynski hetlendska leiðaranum vælkomnan til Føroya í hesi vikuni og fara vit at umrøða framtíðar samvinnu sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri í samrøðu við Sosialin í dag Johan Dahl sigur seg frøðast um, at tað hevur eydnast Articon at koma inn á hetlendska marknaðin sum byggifelag og tað hevur hepnast teimum at fáa sáttmála viðvíkjandi útbygging av havnini í Scalloway fyri 2 siffraða milliónaupphædd. Hetta er vónandi bert ein byrjan til framtíðar samstarv við hetlendingar innan byggivinnuna.
Somuleiðis fegnast hann um, at ein onnur føroysk fyritøka, Føroya Tele sum veitari av teletænastum hevur megnað at veita tænastu til oljupallar i bretska økinum og gassterminalbygging i Hetlandi og er tað hansara vón, at eisini Hetland fer at nýta gott av okkara vitan og førleikum innan telesamskifti við at samstarva við Føroya Tele i komandi tíðum.
-Vit hava góðar førleikar innan onnur øki, sum vit eisini eiga at bjóða fram t.d KT, ráðgevingarvinnu, arkitektur, alivinnu osfr. Vit eiga at viðvirka til, at hetta samstarv mennist, soleiðis at vit eisini innan onnur øki i framtíðini koma at samstarva.
-Tað er nærliggjandi at hugsa, at tá kolvetni í rakstrarverdugum mongdum verður funnið í føroyskum øki, so kann roknast við, at eyguni verða vend mótvegis Hetlandi, ið hevur vælútbygdan infrastruktur til at taka ímóti og víðariføra olju og gass.
-Tað eru stórar útbyggingar, ið liggja fyri framman í Hetlandi viðvikjandi virksemi innan oljuvinnuna og her eiga vit eisini at bjóða okkara arbeiðsmegi og vitan fram. Vit hava jú fleiri hundrað handverkarar av ymsum slag arbeiðandi í t.d. Noregi við olju -og gasútbyggingum, ið fara fram har, so hví ikki eisini bjóða seg fram í Hetlandi spyr landsstýrismaðurin.
Johan Dahl vísir á, at hetlendingar arbeiða eisini við at gera eina stóra vindmylnupark og verkætlan at leggja el-kaðal til meginlandið og er henda gongdin sera áhugaverd fyri Føroyar eisini, og tí er Jarðfeingi í løtuni við at kanna møguleikan hjá okkum at gera eina vindmylnupark og kaðalsamband til meginalandið, so føroyingar eru sera áhugaðir at hoyra um hesa ætlan frá hetlendingum, nú teir vitja í Føroyum.
Johan Dahl sigur, at tað er ætlan hansara, ið eisini varir av elveiting og Anniku Olsen, ið varar av orkupolitikkinum, at fara at vitja feløg og støð í grannalondum, har varandi orkukeldur verða nýttar og mentar í nærmastu framtíð. Í tí høpi er eisini ætlanin at vitja í Hetlandi.
Í ferðavinnu- og flogferðsluhøpi hevur verið samstarv við Hetland. Johan Dahl heldur tað er spell, at tað ikki hevur hepnast at fingið tað fíggjarliga at hingið saman hjá okkum, men hann vónar, at hetta samband einaferð í framtíðini aftur fer at bera til.