Johan Dahl man hava rætt

The Economist skrivar: ”Denmark, meanwhile, avoided the storms altogether”

Eitt orðaskifti hevur verið millum Johan Dahl og Kjartan Hoydal, nú hetta landsstýrið ætlar at yvirtaka fíggjareftirlitið. Nógv spyrja: Til hvørja nyttu?

Satt at siga er tað ringt at fáa eyga á nakra nyttu í hesum forskrúvaða projekti. Búskaparfrøðingar, bankafólk og onnur ávara. Tað kemur at kosta, og kann koma at kosta ógvuliga dýrt.

 

Hoyrast ávaringarnar ikki?

Einasta argumentið tykist at verða nationalistiskt. Líka mikið hvat, ið tað kostar, og hvørjar katastrofalar fylgjur tað kann fáa, so skal tað yvirtakast. Enn ein innantóm, vandamikil kulissa skal stáplast upp.

Hoydal leggur upp til, at fíggjareftirlitið var ein orsøk til kreppuna í 90-unum.

Dahl framhevjar, at fíggjareftirlitið var og er vælvirkandi, álítandi og ger eitt gott arbeiði. Dahl sigur, at orsøkin til kreppuna skula vit finna millum føroyskar politikarar, sum tá høvdu ábyrgd, og ráðgevarar teirra, millum aðrar Hoydal sjálvan. Skeivar politiskar avgerðir, ella ongar, kunna drepa eitt samfelag.

 

Rósur til danska fíggjareftirlitið

Kenda eingilska vikublaðið ”The Economist” hevur tann 22. mars 2008 á síðu 82 eina grein ”Economic focus, History Lesson,” sum viðger kreppuna, ið tekur seg upp í dag í USA og Europa. Greinskrivarin spyr, um vit kunnu læra nakað av søguni. Hann kemur fram til, at fleiri lond eisini vóru í kreppu í 90-unum.

Bæði Noreg, Svøríki og Finland verða nevnd. Har gekk tað eisini hart fyri seg. Tað var tá, at norsk og svensk valuta minkaðu so nógv í áliti og virði, at danska krónan knappliga var nógv tann sterkasta í Norðanlondum.

 

Hvi?

Jú, tí danska lóggávan á økinum, og harvið danska fíggjareftirlitið, var tað besta. ”The Economist” skrivar: ”Denmark, meanwhile, avoided the storms altogether because of stricter capital rules – preventions better than cure.”

Leysliga umsett: ”Danmark slapp púra undan illveðrinum (kreppunum), tí tað hevði strangari reglur fyri kapitalinum (pengaskipanini) – betri fyrivarin enn eftirsnarin”

 

Ikki allir føroyingar vilja læra av søguligum mistøkum

Tað eru smáir menn, sum í dag leggja eftir Fíggjareftirlitinum og geva tí skyldina fyri kreppuna í 90-unum. Smáir menn, sum til dømis eisini vóru við til at kontstruera ”Ráfiskagrunnin,” sum vísti seg at verða ein drepandi konstruktión. Grunnurin, sum drenaði landskassan, og drap alla vanliga fornuft í fiskivinnuni.

Fólk kunna sjálv meta. Er málið eitt vælvirkandi, opið samfelag - ella er tað at stápla nakrar innantómar kulissur upp, sum kunna skrambla saman hvørja løtu?