- Strandferðslan eigur at sigla hvønn einasta dag um árið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur væl ímóti uppskotinum, Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, hava lagt fyri Løgtingið um at skerpa flutningsskylduna hjá Strandferðsluni.
Tey vísa á, hvussu stóran týdning, samferðsla hevur. Men tað eru framvegis 15 prosent av føroyingum, sum eru bundin av Strandferðsluni og sum sostatt ikki kunnu koyra ímillum, akkurát, sum teir vilja.
Ikki minst er tað frídagar og halgidagar, at tørvur er at sleppa at ferðast. Men sum støðan er í dag, eru tað tríggir dagar í árinum, at strandfaraskipini ikki sigla, nevniliga páskadag jóladag og langa fríggjadag.
Og nú hava tey bæði tjóðveldisfólkini lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa Strandferðsluna at sigla eisini hesar tríggjar dagarnar. Og hesum tekur landsstýrismaðurin í vinnumálum undir við.
- Eg eri púra samdur í, at tað er ikki rímiligt, at Strandferðslan ikki er tøk teir dagar, øll onnur kunnu koyra, sum tey vilja.
Men Johan Dahl staðfestir, at hetta er fyrst og fremst ein spurningur um pengar. Hinvegin er tað ikki serliga nógvur pengar, hetta snýr seg um, tí talan er um eina millión, so vítt, landsstýrismaðurin minnist í høvdinum.
Men hann váttaði fyri Løgtinginum fríggjadagin, at hann fer at biðja umsitingina um eina neyva útgreining av, hvat hetta kostar.
Tá ið hann hevur fingið hana, fer hann at reisa málið í samgonguni í eini roynd at útvega neyðuga peningin.
Hann sigur, at hann hevur reist málið fyrr, men tá hevur kravið frá samgonguni verið, at hann skal finna pengarnar á sínum egna málsøki, sum eru vinnumál.
- Tað havi eg ongan sum helst møguleika fyri, sigur hann, sum fíggjarliga støðan er nú. - Men eg fari at royna at sannføra samgonguna um, at hetta er tað einasta rætta at gera og at tað sostatt er neyðugt at hækka játtanina til Strandferðsluna eina millión afturat, sigur Johan Dahl.
Kristina Háfoss vísir á, at tá ið fíggjarlógini fyri í ár varð løgd, hevði Johan Dahl 12 milliónir at raðfesta við.
Men tað hevur hann brúkt til onnur endamál, staðfestir hon. Og hevur siglingin hjá Strandferðsluni so stóran týdning fyri Johan Dahl, undrar tað hana, at hann ikki brúkti eina millión til hetta endamálið.
Tað váttar Johan Dahl, men hann vísir á, at tað eru rættiliga nógv øki, har tað er neyðugt at raðfesta. Og hann heldur eisini, at Strandferðslan hevur fingið sín part, tí hon hevur fingið fleiri milliónir afturat, tó at tað ikki røkkur til at siga hvønn dag í árinum.
|










