Johan Dahl farin ov langt

Tað kemur ikki upp á tal at útbyggja flogvøllin í Vágum so nógv, sum landstýrismaðurin í vinnumálum ætlar, staðfestir Bjarni Djurholm, talsmaður hjá Fólkaflokkinum

- Johan Dahl er farin ov langt í sínum ætlanum at byggja flogvøllin í Vágum út.

Tað staðfestir Bjarni Djurholm, talsmaður hjá Fólkaflokkinum í flogvallarmálinum.

Hann staðfestir enntá, at tað kemur ikki upp á tal at útbyggja flogvøllin í Vágum so nógv, sum landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur skotið upp.

Johan Dahl hevur skotið upp at leingja flogvøllin í Vágum upp í 1799 metrar og at byggja farstøðina út fyri tilsamans 412 milliónir.

Men tað eru bara 365 milliónir úr íleggingargrunninum fyri Føroyar tøkar til endamálið og sostatt verður neyðugt at fara í landskassan eftir 47 milliónum til útbyggingina.

- Tað kemur ikki upp á tal, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur, at útbyggingina skal í minsta lagi haldast innanfyri tær 365 milliónirnar, sum eru til taks í íleggingargrunninum.


Útbyggingin avmarkast

Men annars er talsmaðurin hjá Fólkaflokkinum alt annað enn fegin um ætlanina at leingja vøllin út á 1799 metrar.

- Tað er ikki tað, sum hevur ligið í kortunum, sigur hann, sum var landsstýrismaður í vinnumálum, tá ið ætlanin at byggja vøllin í Vágum út, varð sett á skinnarar.

- Tað, sum vit arbeiddu við, var at gera eina avmarkaða útbygging í Vágum, sum skuldi vera fyribils, til ein endalig loysn verður funnin á flogvallarmálinum.

Men Bjarni Djurholm sigur, at uppskotið, sum Johan Dahl nú hevur lagt fyri Løgtingið, er í andsøgn við tann arbeiðssetningin.

- Tað, sum endamálið hevur verið, er at byggja vøllin í Vágum út á 1600 metrar, tí vit hava brúk fyri longri vølli, samstundis sum farstøðin skuldi dagførast eitt sindur.

- Men fylgja vit uppskotinum frá Johan Dahl um at leingja vøllin upp á 1799 metrar, samstundis sum farstøðin skal útbyggjast munandi, kann tað leggja ætlanin at gera ein langan flogvøll á ís.


Best á Glyvursnesi

Bjarni Djurholm sigur, at kanningar, sum eru gjørdar, vísa, at Glyvursnes er besta staðið at gera ein ordiliga langan vøll.

Hann sigur, at hetta er ikki ein lokalpolitisk útsøgn. Hetta er ein fakligur veruleiki, sigur hann.

Á Glyvursnesi ber til at gera ein vøll upp á 1800 metrar. Tað ber eisini til at gera ein vøll upp á 2200 metrar. Men tað verður mælt frá, tí at tað krevur so nógvar spronging, at skal ikki serliga stór játtan til afturat at gera vøllin 2700 metrar langan.

Ein vøllur upp á 2700 metrar á Glyvursnesi kostar 1,7 milliard.

- Vit hava brúk fyri einum longum vølli, tí vøllurin, sum er, er ein fløskuhálsur, sum okkara nútímans samfelag líður undir.

- Tvey øki eru kannað. Í Søltuvík ber ikki til at gera ein langan vøll. Tað er bara á Glyvursnesi, at tað ber til at brúka tey nýggju innflúgvingartólini, sum gera, at flogfør kunnu seta seg í næstan ongum sýni yvirhøvur.

- Tað er eisini alt, sum bendir á, at vindviðurskiftini eru rættiliga góð, men tað fáa vit endaliga staðfest í vár, tá ið kanningarnar verða lidnar, sigur Bjarni Djurholm.

Hann heldur sostatt, at Johan Dahl er farin longri enn skilagott er.

Tí mælir talsmaðurin hjá Fólkaflokkinum til at gera tað minstu útbyggingina í Vágum upp á 1600 metrar í Vágum, men at landsstýrinum verður álagt at koma aftur til Løgtingið um eina endaliga loysn.

Les eisini greinina: Mugu ikki binda okkum føst í Vágum.