Johan Dahl fær hvassliga átalu

Løgmaður eigur alt fyri eitt at krevja, at hann tekur orðini í seg aftur

Løgmaður eigur í stundini at krevja, at Johan Dahl tekur orðini í seg aftur.

Tað sigur felagið felagið Føroysk Miðlafólk, sum er felagið hjá teimum, sum arbeiða á fjølmiðlunum.

 

Felagið átalar hvassliga, at at landssýrismaðurin í vinnumálum ”uttan skomm, mælir til at skerja møguleikan hjá almenninginum at fylgja við, hvussu fyrisitingin arbeiðir”, sum tikið verður til.

 

Tað, tey sipa til, er at Johan Dahl gramdi seg í Kringvarpinum í morgun um, at lógin um alment innlit var ov rúm og at embætisfólk brúkti ov nógva arbeiðsorku upp á at svara umbønum um alment innlit.

 

- Tá ið landsstýrismaðurin heldur, at lógin um alment innlit skal skerjast, so tykist hann at hava gloymt, hvør hevur sett hann í starv og hvørjum hann er í tænastu hjá, sigur felagið Føroysk Miðlafólk.

 

- Landsstýismaðurin tykist eisini at hava gloymt, at allir borgarar, allir veljarar og allir skattgjaldarar,  hava sjálvsagdan rætt at fylgja við, hvussu myndugleikarnir fara við borgarans ognum, og hvussu hetta arbeiðið verður gjørt.

 

Felagið staðfestir, at opinleiki og gjøgnumskygni eru tveir av hornasteinunum í fólkaræðinum.

 

- At siga, at almenna fyrisitingin brúkar ov nógvar arbeiðsorku til at svara umbønum um alment innlit, er eitt so álvarsligt álop á fólkaræðið, at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrisma.urin tekur orðini í seg aftur og staðfestur, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur.

 

- Tvørturímóti er tørvur á meiri opinleika, meiri gjøgnumskygni og meiri orku til, at borgarar landsins kunnu fylgja við, hvussu almennu myndugleikarnir fyrisita sítt vald.

 

Felagið Føroysk Miðlafólk sigur, at royndirnar hava víst, at partar av almennu fyrisitingini brúka orku uppá, hvussu slepst undan at svara innlitsspurningum.

 

- Royndirnar vísa, at landsstýrismenn hava roynt at seta eyka greinir í lógir, sum skulu taka innlitsrættin frá borgaranum.

 

- Stovnar verða umskipaðir til almenn partafeløg, har hvørki lóg um alment innlit ella almennur starvsfólkapolitikkur er galdandi.

 

- Avgerðir frá løgtingsins umboðsmanni vísa ein fyri og onnur eftir, at almennu myndugleikarnir ikki halda lógina um alment innlit.

 

Føroysk Miðlafólk halda, at fólkaræðið verður hótt, tá ein landsstýrismaður sigur hart, at hann vil ikki hava, at borgarin skal kunna fylgja við í, hvussu borgarans peningur verður brúktur, og hvussu valdið fer um heimildina, sum tað hevur fingið frá veljaranum.