Jóhan Dahl ætlar sær aftur á ting

Á seinasta løgtingsvali stillaði Johan Dahl ikki uppaftur til løgtingsvalið. Hann hevði tá umboðað Sambandsflokkin í løgtinginum síðani 2002. Fyrstu tvey valini fyri Suðuroyar valdømi áðrenn Føroyar varð gjørt til eitt valdømi í 2008. Og nú ætlar hann at venda aftur til politikkin.

 

Johan Dahl hevur drúgvar royndir bæði sum løgtingsmaður og sum landsstýrisamður. 3. februar í 2004 varð hann tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men longu 20 dagar seinni, tann 23. februar, varð hann frákoyrdur sum landsstýrismaður. Tað var eftir at blaðið Fregnir hevði koyrt eina herferð ímóti honum. Fyri at fáa frið um málið í nýggju samgonguni, koyrdi Jóannes Eidesgaard Johan Dahl frá sum landsstýrismann. Nýggjur landsstýrismaður var Bjørn Kalsø – hvørs politiska starvsleið harvið byrjaði.

 

Johan Dahl gjørdist tó aftur landsstýrismaður, tá nýggj samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin varð skipað í september 2008. Tá gjørdiast hann landsstýrismaður í vinnumálum. Hann helt fram sum landsstýrismaður eftir løgtingsvalið í 2011 og sat fram til 15. september 2015, tá nústandi samgonga tók við.

 

Í samrøðu við útvarpsstøðina R7 váttar Johan Dahl, at hann ætlar at stilla upp aftur. Hann sigur, at eitt valfelag hevur heitt á seg sum at stilla uppaftur.

 

– Eitt valfelag hevur heitt á meg um at stilla uppaftur, og eg rokni við, at eg fari at stilla uppaftur, vissi tey vilja hava meg at stilla uppaftur, segði Johan Dahl við útvarpsstøðina.

 

Greiðari kann ein royndur politikari valla siga tað, at hann vil sleppa aftur í politikki.

 

Johan Dahl er formaður í Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Havn.