Fyrsti dystur í 18. umfari í næstbestu deildini var longu í kvøld. Hinir eru allir á skránni leygardagin.
Í kvøld var KÍ við Margáir, og gestirnir fóru til hús við 5-0 sigri. Tað mundi vera kærkomið eftir vónbrotið, sum tað mundi kennast at vera, tá ið HB á summarfestivalinum skoraði 3-2 sigursmálið, tá ið klokkan vísti meiri enn tveir minuttir meiri enn tveir minuttir yvir valiga leiktíð.
Í kvøld var hálvleiksstøðan við Margáir 1-0 til KÍ. Málið varð skorað í síðstu sekundunum av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Jóhan Joesphsen. 1-0 var støðan inntil í 71. minutti. Tá økti KÍ um munin til 2-0, og aftur var tað Jóhan Josephsen, sum skoraði.
17 ára gamli álopsspælarin, sum undan summarsteðginum tvær ferðir varð skiftur inn á besta KÍ liðið, hevur nú skorað 11 mál í næstbestu deildini. Tað er bara B 71 spælarin Tijani Mohammed, sum hevur skorað fleiri mál. Hann er toppskjútti í 1. deild við 12 málum. Steffan A. Løkin hjá NSÍ hevur eisini skorað 11 mál.
Sjey minuttir undan leikloki økti Dávid B. Andreasen um munin til 3-0. Hetta var triðja málið hjá Dávidi í næstbestu deildini í ár. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið innskifti Óli Sirdal økti um munin til 4-0. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Í síðstu løtu vóru heimamenninir óhepnir at beina bóltin í egið mál.
KÍ er á fjórða plássi við 31 stigum, og EB/Streymur er aftast við 6 stigum.
18. umfar
Hósdagin 10. august
EB/Streymur – KÍ 0-5 (0-1)
0-1: Jóhan Josephsen 45.+2.
0-2: Jóhan Josephsen 71.
0-3: Dávid B. Andreasen 83.
0-4: Óli Sirdal 90.
0-5: sjálvmál 90.+3.
Dómari: Annfinn Hjelm
Leygardagin 12. august
Víkingur – B68: Bjarki Danielsen kl. 14.00
NSÍ – B71: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
FC Hoyvík – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
HB – Skála: Rani A. Skaalum kl. 16.30
| Skála | 17 | 14 | 1 | 2 | 46 | 9 | 43 |
| NSÍ | 17 | 12 | 2 | 3 | 38 | 16 | 38 |
| Víkingur | 17 | 10 | 1 | 6 | 38 | 26 | 31 |
| KÍ | 18 | 10 | 0 | 8 | 35 | 30 | 30 |
| B36 | 17 | 7 | 2 | 8 | 38 | 27 | 23 |
| HB | 16 | 6 | 3 | 7 | 33 | 28 | 21 |
| B71 | 16 | 6 | 3 | 7 | 29 | 30 | 21 |
| FC Hoyvík | 17 | 5 | 3 | 9 | 25 | 39 | 18 |
| B68 | 17 | 4 | 2 | 11 | 16 | 45 | 14 |
| EB/Streymur | 18 | 1 | 3 | 14 | 17 | 65 | 6 |
| Máltindurin | |
| Tijani Mohammed B71 | 12 |
| Steffan A. Løkin NSÍ | 11 |
| Jóhan Josephsen KÍ | 11 |
| Marjus Nón Skála | 10 |
kelda: faroesoccer.com











