Hondbóltur
Johan spældi við strandingum, tá teir av álvara fóru at gera um seg í føroyska hondbóltsoddinum.
Fyri fimm árum síðani valdi hann tó at skifta til Kyndil, har hann fram til í fjør var fastur fúsur millum stengurnar.
- Vit eru fegin um, at Johan aftur er í felagnum. Hann hevur í mangar mátar verið okkum ein hollur stuðul. Seinnu árini hevur hann so verið í Kyndli, men frá í kvøld at rokna er hann aftur StÍF´ari, sigur Andras Danielsen, formaður hjá StÍF.
Johan var venjari hjá StÍF-kvinnunum, áðrenn hann skifti til Kyndil, og tað verður fyrst og fremst sum venjari, at hann skal virka hjá StÍF.
- Men hevur hann tíð og hug, so skal hann sjálvandi vera væl komin at royna seg við mansliðnum, sigur Andrass Danielsen.
StÍF hevur longu Marian Cirloganescu millum stólparnar. Hesin verður av flestu hondbóltsáhugaðum roknaður sum besti málverjin í Føroyum, men tað er neyvan nakar keðiligur tanki hjá venjaranum, um hann eisini hevur Johan Danielsen tøkan til endamálilð.