Herfyri spældi føroyski Jóhan á Plógv Hansen sín fyrsta dyst fyri danska A-landsliðið í hondbólti. Jóhan er heilur føroyingur, men evnini hjá honum eru somikið góð, at tað hevur eydnast honum at gerast ein profilur í bestu donsku hondbóltsdeildini og koma á landsliðið hjá dønum.
Nú skal Jóhan til Suðuramerika at spæla hondbólt. Men hesaferð er tað ikki danska A-landsliðið, sum Jóhan skal umboða, men danska U21-landsliðið, ið skal leika HM-endaspæl í Brasilia. Endaspælið byrjar 20. juli.
Jóhan á Plógv spælir í løtuni við Skanderborg, men tað ger hann ikki leingi afturat. Eftir summarsteðgin verður tað eitt annað danskt hondbóltsfelag, Bjerringbro-Silkeborg, ið fær gleðina av hondbólteginleikunum hjá føroyska høgra vonginum.