Jógvan tulkar Bee Gees í Íslandi

Jógvan Hansen er við í stórari uppseting av tónleiki hjá Bee Gees.

 - Bee Gees skrivaðu, sungu og spældu óteljandi sangir, og teir eru millum mest seljandi bólkar í tónleikasøguni. Tað er spennandi at sleppa at tulka nakrar av hesum sangum á palli, sigur Jógvan Hansen, sum verður við í Bee Gees showi í Íslandi komandi tíðina.
 


 Umframt Jógvan Hansen verða eisini Fríðrik Ómar, Jóhanna Guðrún, Pétur Ørn Guðmundsson, og Matthías Matthíasson við sum sangarar, og afturat teimum er  tónleikabólkur við 9 tónleikarum.

 


Fyrsta framførslan verður í Háskólabio í Reykjavík leygarkvøldið 12. oktober. Í fyrstu syftu er bert hendan eina framførslan á skrá í Reykjavík, men helst verða onkrar framførslur afturat, tá ið showið er komið í gongd. 26. oktober verður Bee Gees showið framført í HOF á Akureyri.  

Jógvan og hini fara at framføra 20 av størstu hittunum hjá Bee Gees, sum eru ein av mest seljandi bólkunum í tónleikasøguni. Sangir sum To Love Somebody, Tragedy, How Deep Is Your Love og Islands In The Stream verða framførdir hesi kvøldini.