Jógvan spælir í "Meðan vit bíða" finaluni

Í kvøld endar átakið "Meðan vit bíða" við einum braki í Norðurlandahúsinum. Ein teirra, sum stendur fyri tónleikinum í kvøld, er X-Factor Jógvan.

 

Í kvøld endar átakið "Meðan vit bíða" við einum braki í Norðurlandahúsinum. Ein teirra, sum stendur fyri tónleikinum í kvøld, er X-Factor Jógvan. 

 

Í kvøld verður stóri endabresturin av "Meðan vit bíða", sum hevur havt til endamáls at varpa ljós á og savna pening inn til børn, sum liva í fátækaváða. 

 

Tiltakið í kvøld byrjar klokkan 19.00, og inniheldur eina ørgrynnu av livandi tónleiki, samrøður um evni, politiskt prát um fátækadømi og sjálvsagt tað, sum kvøldið snýr seg um - kekkin, sum Í menniskjum góður tokki tekur ímóti. 

 

Ein teirra, sum fer at spæla í Norðurlandahúsinum í kvøld, er X-factor Jógvan. Umframt hann vera eisini Signar í Homrum og Konny Kass. 

 

Tiltakið verður í kafeterianum í Norðurlandahúsinum, har eisini 30 málningar eru til sølu til endamálið. Málningarnir eru av okkara fremstu listafólkum, og longu klokkan 15.00 í dag ber til at fara í Norðurlandahúsið og síggja verkini. 

 

Tiltakið í kvøld er ókeypis, og øll eru vælkomin. Eisini ber til at lurta á Rás2, ella at videostroyma á in.fo.