Jógvan sang seg víðari

Jógvan kom gjøgnum nálareygað hjá hyggjarunum, og soleiðis verður hann eisini á skíggjanum um eina viku

Eftir eina hálvgum kórframførslu, har Sveinur Gaard Olsen eisini átti sín leiklut, skuldi avdúkast, hvørji tey fimm vóru, sum koma beinleiðis víðari til næsta umfarið í X-Factor.

 

Jógvan hevði longu fingið stórar rósur rósur frá dómarunum, og hann var eisini millum tey fimm, sum fingu at vita, at tey vóru víðari.

 

Eftir standa nú Baraa og Sophia, sum nú skulu sannføra dómararnar um, at tey hava uppiborið at verða partur av sendingini í minsta lagi eitt umfar afturat.