– Helta tað vera óvirðiligt at renna undan rokningini, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður
Tað var í summar, at frákoyrdi kanningarstjórin í Skálafjarðartunnilsmálinum, Annfinn Vitalis Hansen, sendir løgtinginum roknging fyri sín leikut í málinum. Rokningin var upp á 63.000 krónur.
Tað var tann 19. november í fjør, at Annfinn V. Hansen varð biðin til kanningarstjóra. Hansara uppgáva var at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen í málinum um Skálafjarðartunnilin. At kalla beinanvegin varð ivi sáddur um hansara gegni, og bara smáar tveir mánaðir seinni bað Annfinn V. Hansen um at vera loystur frá uppgávuni.
Í tíðindaskrivi 10. januar grundgav Annfinn V. Hansen soleiðis fyri síni avgerð:
”Orsøkin er kjakið um mín leiklut í málinum, sum tekur fokus frá sjálvari kanningini. Sjálvur meti eg meg framhaldandi vera gegnigan at viðgera málið. Tó hevur tað rumbul, sum hevur verið um mín persón gjørt, at kanningin neyvan fær nóg stórt trúvirði.”
Í summar sendi Annfinn V. Hansen so Løgtingsskrivstovuni rokning fyri sítt arbeiði sum kanningarstjóri hesar stívliga tveir mánaðirnar um ársskiftið.
Við rokningini strikar Annfinn V. Hansen undir sítt uppáhald, at hann var gegnigur til uppgávuna sum kanningarstjóri í nevnda máli.
Tí sambært leiðreglunum fyri advokatar hevur ein ógegnigur advokatur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá einari uppgávu vegna sítt manglandi gegni. Somuleiðis siga leiðreglurnar, at advokatur hevur skyldu til at boða frá, hvørt hann er gegnigur til at viðgera eitt mál.
Jógvan á Lakjuni váttaði fyri útvarpinum í kvøld, at hann vegna Løgtingið hevur goldið rokningina. Páll á Reynatúgvu segði við Sosialinum herfyri, at rokningin ikki eigur at verða goldin. Hetta endurtók hann í útvaprinum í kvøld, har hann eisini átalaði, at løgtingsformaðurin hevur goldið rokningina, hóast meirilutin í formansskapinum í løgtinginum er ímóti tí.
Jógvan á Lakjuni segði við útvarpið, at hann helt tað vera óvirðiligt ikki at goldið rokningina, tí Annfinn Vitalis Hansen hevur gjørt eitt ávíst arbeiði fyri Løgtingið.










