Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari var nøgdur við innsatsin hjá liði sínum B68, hóast 0-2 tap ímóti B68, men hann iðraði seg um, at hansara menn ikki tóku av teimum stóru málmøguleikunum, men hann kreditteraði eisini Andras Gango í NSÍ fyri nógvar ótrúligar bjargingar.
Jógvan Martin Olsen var í tí stóra og heila nøgdur við dømingina, men hann saknar eina greiða dómaralinju, tí eftir hansara tykki verður loyvt at fella spælarar, sum eru í álopsstøðum, uttan at tað fær avleiðingar.
Trygvi Mortensen, høvuðsvenjari hjá NSÍ kundi fegnast um triðja sigurin á rað, og serliga um teir ungu mennirnar, sum gjørdu ein vørr í dag. Trygvi sær nú fram ímóti at taka ímóti HB komandi sunnudag. NSÍ hevur 20 stig á triðja plássi, meðan HB hevur 25 stig á øðrum plássi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Jógvan Martin Olsen og Trygva Mortensen. Fremst í ljóðbrotinum hoyra vit løtuna, tá NSÍ skoraði til 2-0. Ólavur Larsen varð viðmerkjari til dystin á Rás2.