Sunnudagin letur upp listaframsýning við Jógvan Kristiansson Glerfoss.
– Fernisering verður sunnudagin klokkan 16, og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt fyri at njóta hesa forvitnsligu framsýning, sum umfatar 19 nýggj verk, sigur Símun Gullaksen úr Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Umframt lættari ábit, tónleik verður eisini møguligt at heilsa upp á listamannin sjálvan, sigur hann.
Framsýningin hongur uppi fram til 6. november 2022 og kann síggjast:
Mánadag til fríggjadag 14:00 til 17:00 og Sunnudag 15:00 til 19:00.
Um ikki ber til at møta til hesar tíðir, er møguligt at ringja 217055 fyri at finna eina hóskandi tíð.