Jógvan í fongsul í Danmark

Føroyski sangarin Jógvan Joensen endaði umvegis X Factor kappingina í Horsens Statsfængsel

Fríggjakvøldið verður avgjørt, hvørjir sangarar sleppa víðari í X Factor kappingini í Danmark. Fimm sangarar eru eftir í hvørjum bólki – tey ungu, tey eldru og bólkarnir – og fríggjakvøldið skulu trý i hvørjum bólki veljast út til beinleiðis sendingarnar.

Fuglfirðingurin Jógvan Joensen er ein av luttakarunum í tí eldra bólkinum, og teirra sonevndi ”bootcamp” varð hildin í Horsens Statsfængsel. Har skuldi Lina Rafn finna fram til, hvørjar tríggjar sangarar hon vildi hava víðari við sær.

Fleiri av hinum luttakarunum peikaðu á bootcamp á júst Jógvan sum størsta kappingarneytan hjá teimum.

X Factor er á skránni hjá DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00, og tá fæst at vita, um Jógvan Hansen sleppur úr fongslinum í Horsens sum X Factor luttakari – ella um hann má leita heim.

Her sæst eitt videoinnslag um bootcamp hjá Jógvani og teimum.