Jógvan Joensen hevur júst givið út nýggja fløgu, Love That You Love, og tað er í hesum sambandi, at hann hevur útgávukonsert í Reinsarínum klokkan 20 í kvøld.
Tónleikararnir, ið fara at spæla saman við Jógvan í kvøld, eru Andreas T. Restorff, cello, Maria Ljósá, sang, Per Ingvald Petersen, slagverk, og Jónas Bloch Danielsen verður tøkningur.