Jógvan Joensen, sum luttók í X-factor, fær 3 av seks møguligum stjørnum í Gaffa fyri EP útgávuna Love That You Love.
Danska tónleikatíðarritið skrivar, at tað, at Jógvan gjørdist nummar tvey í X factor, ikki í sjálvum sær borgar fyri, at her er ein komandi stjørna.
Men, sigur Gaffa, tað hevur eydnast Jógvani, at framleiða eina útgávu - og harvið eitt grundarlag, ið kann leggja lunnar undir eina veruliga yrkisleið innan tónleikin. Og hetta er hent við góðum norðurlendskum kreftum, sigur Gaffa, og nevnir Høgna Lisberg,
Ummælið ó Gaffa kann lesast her: www.gaffa.dk/anmeldelse/104163