Við 16 atkvøðum vann Jógvan Philbrow á Maud Wang Hansen stríðsvalið í Pedagogfelagnum.
Aðalfundurin hjá Pedagogfelagnum var á Hotel Føroyum í dag. Um middagsleitið var formansvalið á skránni. Og tá talt varð upp, vísti tað seg, at avbjóðarin Jógvan Philbrow fekk 265 atkvøður, meðan sitandi forkvinnan, Maud Wang Hansen fekk 249 atkvøður.
Soleiðis verður tað Jógvan Philbrow, sum nú skal stjórna Pedagofelagnum.
Jógvan Philbrow heldur, at úrslitið av valinum er eitt úttrykk fyri, at limirnir vilja hava tingini at ganga skjótari.
– Tað hevur verið snakkað ov nógv uttan at nóg nógv konkret er komið burtuúr, segði hann við útvarpið.
Hann vísti eisini á, at hann hevur koyrt uppá, at fáa felagið at vera fyri øll. Hann heldur ikki, at øll hava kent seg heima í felagnum, og tað vil hann gera nakað við. Hann heldur, at tey nú mugu hyggja uppá, um tey skulu skipa felagið øðrvísi við fleiri bólkum og við felagnum meira sum einum paraplýfelag.