Jógvan Egholm er besti skjúttin

FM í leirdúgvuskjóting, skeet, varð hildið um vikuskiftið.

So er FM-kappingin í skeet fyri 2015 av á hesum sinni.

 

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í skeet 2015 (leirdúgvuskjóting) á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum.

 

Føroyameistarnir fyri einstaklingar í meistarabólkinum og unglingabólkinum vóru funnir, samstundis sum liðkappingin 2015 fyri meistatar og unglingar eisini endaði fyri í ár, og var støðan soleiðis:

 

Meistarar:
Vinnari          Jógvan Egholm úr VBF
Nr. 2             Marius F. Joensen úr SBF
Nr. 3             Tórur Fløtt úr SBF

 

Unglingar:
Vinnari          Alex Johannesen úr VBM
Nr. 2             Tórur Fløtt úr SBF
Nr. 3             Jóhan Fløtt úr SBF

 

Lið:
Vinnari         Sunda Byrsufelag A
Nr. 2             Sunda Byrsufelag B
Nr. 3             Veiðifelagið Byrsumúli A

 

Kappingin gjørdist spennandi og jøvn millum bæði einstaklingarnar og liðini.