Bert 11 atkvøður vóru á muni ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í Sandoynni. Hesa ferð rakk Tjóðveldisflokkurin longri og tað førdi við sær, at Jógvan Adolf Johannesen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin í 10 ár, fall.
? Persónligu atkvøðurnar vísa, at eg havi roynt at gjørt vart við meg í valstríðnum. Men valstríðið í oynni hevur verið ógvuliga hart, Tjóðveldisflokkurin hevur lagt øgiliga hart út og tað hevur givið teimum mannin, sigur Jógvan Adolf.
? Vónbrotin, nei í politikki er sum í bingo, einki er givið. Og tí má man rokna við hesum. Tað kom ikki óvart á meg, tí flokkarnir í Sandoynni hava altíð verið ógvuliga javnir. Ein útskifting er farin fram, fleiri av teim eldru eru farnir, og tað er kanska tekin um, at veljararnir vilja hava yngri fólk á ting, sigur Jógvan Adolf, sum verður 63 ár.
Fert tú at sakna tingarbeiðið?
? Ja, tað fari eg, tí tað hevur verið ógvuliga spennandi. Mítt hjartamál hevur verið Sandoyggin sum heild, at skapa trivnað í oynni. Ein orsøk til, at vit ruku er kanska, at Sandoyggin hevur verið so hart rakt av kreppuni, men eg dugi ikki at síggja, at Javnaðarflokkurin hevur gjørt ov lítið fyri at bøta um støðuna, tí tað vóru vit sum skaptu arbeiði og vinnulív aftur í oynni. Sjálvstýrishugsjónin hevur altíð verið sterk í oynni og tað er møguligt, at vit ikki hava gjørt nóg mikið á hasum økinum. Rákið er á sjálvstýrisleið og allir flokkarnir í oynni eru meir og minni sjálvstýrishugaðir. Sambandsflokkurin hevur ongantíð havt røtur her.
Ert tú liðugur í politikki nú?
? Tað veit eg ikki, eg eri ikki heilt ungur longur. Hvat verður til næstu ferð, dugi eg ikki at siga longu. Eg vil ynskja teimum valdu gott viðrák og at teir gera okkurt munagott fyri oynna, sigur Jógvan Adolf Johannesen, sum eisini takkar veljarunum fyri persónligu atkvøðurnar og stuðulin annars.