Jógvan á japanskum

Føroysku teknirøðirnar um Paul Watson og Sea Shepherd verða nú týddar til japanskt

 

Um hann ikki varð alment kendur áður, so hava teknirøðirnar um Paul Watson syrgt fyri, at flestu føroyingar nú vita, hvør Jógvan á Høvdanum (y) er.

 

 

Í keiputekningum hevur hann seinastu mánaðirnar gjørt gjøldur úr Paul Watson og djóraverndarfelagsskapin Sea Shepherd, og tekningarnar hava eisini vakt áhuga uttanlands.

 

Tony Marano, eisini kendur sum propagandabuster Tony, hevur verið serliga fegin um teknirøðirnar, og ein av japansku starvsfeløgum hansara hevur nú borið so í bandi, at teknirøðirnar hjá Jógvani á Høvdanum nú verða týddar til japanskt.

 

Sea Shepherd átakið í Føroyum, Sleppið Grindini, er av á hesum sinni, men átøkini móti japansku hvalaveiðuni eru alt árið, og tí vera teknirøðirnar nú nýttar yviri í Japan.

 

Ein japanskur miðil hevur havt samrøðu við Jógvan á Høvdanum um teknirøðirnar og við in.fo sigur Jógvan á Høvdanum, at hann sjálvur fer til Japan í næstum. Harumframt sigur hann, at teknirøðirnar vera útgivnar í lítlari bók í næstum.