Jørn Braüner til Føroya at halda fyrilestrar

Jørn Braüner frá »Præsten og Psykologen« hevur síðst í oktober fyrilestrar í Føroyum

 

Tá ið lívið bjóðar okkum av, mugu vit hugsa um okkum sjálvi, tí tað er ikki vist, at nakar annar ger tað.

 

Tað sigur Jørn Braüner frá »Præsten og Psykologen«, sum nú kemur til Føroya at halda tríggjar fyrilestrar. Hallur Joensen luttekur við framførslu á øllum tiltøkunum.

 

– Tað hendir so nógv í okkara lívi og í heiminum í dag, og tað kann leggja trýst á okkum á ymiskan hátt. Nógv fólk verða strongd, stúrin og órólig. Tí mugu vit hugsa um, hvussu lívið ávirkar okkum, sigur Jørn Braüner.

 

Jørn Braüner er bachelor í teologi. Hann hevur eisini tikið styttri útbúgvingar innan familjuráðgeving og terapi. Síðani 2013 hevur hann saman við Karin Braüner havt »Præsten og Pyskologen«, og tey hava skrivað bøkur, hildið fyrilestrar og ráðgivið fólki og felagsskapum.

 

Nýggja bókin hjá »Præsten og Psykologen« eitur »Pas på dig selv – det er ikke sikkert, at andre gør det« kom út fyri kortum, og tað er við grundarlagi í hesari bók, at Jørn Braüner kemur til Føroya at halda fyrilestrar.

 

– Vit vilja hjálpa fólki, so tey kunnu læra seg sjálvi betur at kenna, og harvið verða betur før fyri at ansa eftir sær sjálvum, tá ið gerndisdagurin og lívið bjóða av, sigur Jørn Braüner.

 

Dagarnar frá 26. til 28. oktober hevur Jørn Braüner fyrilestrar í Klaksvík, Havn og Runavík.