- Tað er harmiligt, at bankarnir flyta KT- virksemið av landinum, og at vit í Føroyum missa vitan og arbeiðspláss.
Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørja støðu hann hevur til, at bankarnir flyta KT virksemið av landinum og at føroyingar nú skulu upp í donsku NemID skipanina, fyri at kunna varðveita netbankan.
Jørgen Niclasen sigur, at peningastovnarnir hava strongt á fyri at eisini fáa tað almenna at nýta NemID.
- Vit eiga tó ikki at lata okkum trýsta til at seta hesa donsku skipanina í verk í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at eisini í Danmark hevur skipanin verið fyri stórum atfinningum. Tí vil hann bíða eftir úrslitinum av tí greiningararbeiði, ið landsstýrið hevur sett í gongd.
- Greiningararbeiðið skal enda við eini KT- strategi fyri Føroyar. Talgild undirskrift fyri Føroyar verður partur av hesi strategi, sigur Jørgen Niclasen.
- Tað er mín vón, at bæði peningastovnar og tað almenna frameftir vísa samfelagsliga ábyrgd og velja føroyskar loysnir og eisini arbeiða fram ímóti einari og bara einari talgildari undirskrift fyri Føroyar, sigur Jørgen Niclasen.
Í tíðindunum á Rás2 nú á miðdegi, fara Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og Janus Petersen, formaður í felagnum fyri føroyskar peningastovnar, at kjakast um NemID skipanina og føroyska netbankan.










