Jørgen vildi ikki hækka pensjónsaldurin

Tað mundi standa nógv á í samgonguni í gjár, tá sjálvur løgtingsformaðurin tveitti eina bumbu undir viðgerðini av pensjónsnýskipanini við at leggja broytingaruppskot fram um, at pensjónaldurin ikki skuldi hækka.

 

Kristina Háfoss segði, at um uppskotið hjá løgtingsformanninum varð samtykt, so var eingin pensónsnýskipan.

 

Tað endaði tó við, at løgtingsformaðurin tók uppskotið aftur um 19 tíðina í gjárkvøldið.

 

Men tá pensjónsnýskipanini kom til atkvøðugreiðslu, tá klokkan leið ímóti 23, bað Jørgen Niclasen um, at broytingaruppskotið hjá Páll á Reynatúgvu koritni kom til atkvøðugreiðslu. Og soleiðis bleiv.

 

Kristin Michelsen var ikki á tingfundi, men hevði clearað við Bill Justinussen. Tí vóru 16 samgonguatkvøður og 15 andstøðuatkvøður. Tá atkvøtt var um broytingaruppskotið hjá Páll á Reynatúgvu, atkvøddu 12 fyri og 19 ímóti. Fyri atkvøddu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin. Ímóti atkøvddu samgongan, Sjálvstýri og Magni Laksafoss.