Eitt navn, sum var uppi og vendi nakrar ferðir, nú málið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og tey fýra tíðindafólkini var til viðgerðar í Føroya Rætti, er Erling Simonsen, sum var leiðari á tollstovuni í Vágum um tað mundi, tá nógv umrødda tollmálið var í hæddini.
Tá hann týsdagin varð avhoyrdur sum vitni, segði hann, at tvey fólk starvaðust á tollstovuni í Vágum, umframt tveir tollarar, sum fyri tað mesta tóku sær av flogvøllinum.
Erling Simonsen greiddi frá, at tað vóru nakrar fyritøkur í Vágum, sum høvdu tollkreditt, eins og Niclasen-fyritøkan eisini hevði havt, og hesin kredittur varð útskrivaður á deildini í Havn.
Hann segði, at skipanin við tolli á deildini í Vágum var hon, at tollurin varð roknaður út hjá teimum, og síðan vórðu málini send til Føroya Gjaldstovu til bókingar. Tað var soleiðis Gjaldstovan sum stýrdi øllum, ið hevði við pengar at gera.
Í tollmálinum hevur nógv verið frammi um, nær tollkreditturin hjá Niclasen-fyritøkuni í Sørvági í veruleikanum er uppsagdur, og sjálvur hevur Jørgen Niclasen fasthildið um, at hann sum stjóri rak fyritøkuna í góðari trúgv - og í tí trúgv, at fyritøkan hevði tollkreditt, eisini í hansara stjóratíð.
Erling Simonsen segði seg ikki minnast alt frá hesi tíðini, men helt, at tað mundi vera hann sjálvur, sum hevur hildið tað vera neyðugt at uppsiga tollkredittin hjá Niclasen-fyritøkuni.
Hann segði, at ein uppsøgn í slíkum føri bæði verður send avgreiðsluni, sum í hesum føri var Skipafelagið Føroyar og viðkomandi fyritøku, sum hevur havt kredittin, og uppsøgnin hevur verið send við postinum.
Neyvari spurdur, hvar uppsøgnin, sum send varð Skipafelagnum, mundi vera stílað, svaraði Erling, at tað hevur helst verið til skrivstovuna hjá felagnum í Sørvági, sum altso leigaði frá Niclasen-fyritøkuni.
Tá verjin hjá kringvarpsfólkunum spurdi, um tað kundi vera hent, at uppsøgnin ikki var komin upp á pláss, og brævbjálvin møguliga var vendur aftur til avsendaran, segði Erling, at soleiðis hevði tað ikki verið.
Goymslumaðurin hjá Skipafelagnum Føroyar var løntur hjá Niclasen-fyritøkuni, har hann eisini hevði onkrar aðrar uppgávur, og Niclasen-fyritøkan fekk gjald frá Skipafelagnum fyri mann og leigu av vørugoymslu.
Erling Simonsen segði, at tá eingin tollkredittur var, hevði Niclasen-fyritøkan heldur ikki loyvi at taka út ótollaðar vørur, men hann helt ikki, at teir respekteraðu hetta serliga væl.
Longu 20. september í 1988, og áðrenn Jørgen Niclasen gjørdist stjóri í fyritøkuni, var ætlanin at panta Niclasen-fyritøkuna fyri tollskuld, men fyritøkan biðir tá um, at hetta mál verður avlýst. Erling segði seg ikki minnast, at tey høvdu tikið málið aftur.
Erling Simonsen helt, at tollstovan í Vágum mundi gera umleið eina eftirlitsvitjan á goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar um árið, og vísti tað seg, at vørur tá vantaðu, fekk avgreiðslumaðurin at vita tað.
Hann segði, at tað var ikki bara Niclasen-fyritøkan, sum átti vørur á goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar, men eisini aðrar fyritøkur í Vágum.
Erling segði, at á tollstovuni høvdu tey eina eftirstøðubók, sum hann rópti bókina, og í hesi bók sást, hvat átti at vera á vørugoymsluni av ótollaðum vørum.
Hann legði aftrat, at vísti tað seg, at vørur vantaðu á goymsluni, sum vóru útflýggjaðar, men ikki tollavgreiddar, lótu tey altíð boðini við neyvum lista víðari til tollmyndugleikarnar í Havn.
Tá løgreglan í 1993 kannaði tollmálið, varð Erling Simonsen eisini avhoyrdur, men á rættarfundinum týsdagin mintist hann ikki alt aftur, sum hann skuldi hava sagt við løgregluna undir avhoyringunum.
Orðini - "Nú mást tú fanin gali fáa skil upp á hetta..." - vórðu eisini tikin fram á rættarfundinum, og hetta skulu vera orð, sum Erling Simonsen sambært politifrágreiðingini skal hava sagt við Jørgen Niclasen sjálvan.
- Nei, eg minnist meg ikki at hava sagt hatta, men um eg havi, kann eg heldur ikki minnast, at eg tá dugdi so væl at taka til, segði hann við einum løttum tóna á rættarfundinum.
Á rættarfundinum varð Erling Simonsen spurdur, hví tollstovan í Vágum ikki steðgaði virkseminum hjá Niclasen-fyritøkuni, men her segði hann, at tollstovan í Vágum bert var partur av einum størri samanhangi, og sjálvur hevði hann onga heimild at steðga nøkrum.
- Eg rapporteraði alt á rætt stað, og tá tey í Havn ikki hildu, at nøkur stig skuldu takast, so gjørdu vit tað sjálvandi heldur ikki. Í Havn vistu tey, at Niclasen-fyritøkan skyldaði nógvan pening, men eg fekk onga reaktión haðani um at gera nakað.
Erling Simosen vísti á, at tá Jørgen Niclasen tók við stjórastarvinum í fyritøkuni, royndi hann at fáa skil á, og hann lovaði eisini at fáa skil á, men hetta mundi neyvan vera so lætt eftir stuttari tíð.