Búskaparráðið hevur í dag lagt fram sína heystfrágreiðing, og ein av høvuðstættunum í henni er, at ráðið ivast í, um landsstýrið fer at megna at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016.
Millum annað vísir Búskaparráðið á, at hallið í 2012 er 13 milliónir størri enn í 2011, og at gongdin tí ikki kann sigast at ganga ímóti javnvág á fíggjarlógini.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sigur seg skilja ivan hjá Búskaparráðnum, men væntar tó framvegis, at málið um javnvág verður rokkið í 2016.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.