Jørgen Niclasen skal gera Skálafjarðartunnilin

Nú Innlendismálaráðið er niðurlagt, og málsøkini og starvsfólkini verða flutt í onnur stjórnarráð er greitt, at »undirstøðukervismál«, sum skrivað stendur, eru endað í Fíggjarmálaráðnum.

 

Tað merkir, at Jørgen Niclasen nú hevur ábrygdina av Skálafjarðartunlinum.

 

Løgmaður upplýsti í løgtinginum hósdagin, at samráðingarnar millum Innlendismaálaráðið og Copenhagan Infrastructures Partners ikki eru endaðar, og at danska felagið framvegis er áhugað í at gera tunnilin. Løgmaður upplýsti eisini, at danska felagið heldur ikki hevur fingið ta milliónina, sum løgmaður og Kári P. Højgaard á fundi við danska felagið 27. juni í ár avtalaðu, at danska felagið skuldi fáa, um sáttmálin ikki var undirskrivaður innan 1. september.