Eystari Landsrættur viðgjørdi aftur í dag kæruna hjá teimum fýra miðlafólkunum, ið vóru dømd í Føroya Rætti fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen.
Í dag hava tey fýra givið landsrættinum sínar frágreiðingar, og fyrstur í stólinum var Jan Lamhauge.
Ole Liedke, sakførarin hjá kringvarpsfólkunum, spurdi millum annað Jan Lamhauge, hvussu ofta Kringvarp Føroya royndi at fáa fatur á Jørgen Niclasen undir viðgerðini av tollmálinum.
Jan Lamhauge sigur, at tey óteljandi ferð royndu at koma í samband við táverandi landsstýrismann í fíggjarmálum, bæði umvegis telefonsamrøðu, sms og við at møta upp á arbeiðsplássinum, men einki bar til.
Ole Liedke spurdi so, hvussu ofta Jørgen Niclasen úttalaði seg til Kringvarpið hesar vikurnar, frá 19. desembur 2013, tá fyrsta greinin varð skrivað á portal.fo til sendingin Eg Helt Landsins Lógir varð send í sjónvarpinum 26. mai.
- Tvær ferðir. Í telefonsamrøðu í Degi og Viku 19. desembur og á tíðindafundi í Miðlahúsinum 17. januar, svaraði Jan Lamhauge.









