Landsjørðin verður ikki seld fyribils, tí enn kann Búnaðarstovan bert selja av landsjørðini til ávís endamál.
Samb. § 9 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, er Búnaðarstovuni heimilað at selja burtur av landsjørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál.
Harumframt er Búnaðarstovuni heimilað at selja festara innistøðu, sethús, fjós og aðrar bygningar við hóskandi undirlendi, sum hoyra til festið.
Nú galdandi jarðarprísir síggast í fylgiskjali til kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007, og á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, www.bst.fo, har meginreglurnar fyri prísásetingini eisini síggjast.
Tá ið festarar keypa bygningar á festum, kann hetta sambært § 11, stk. 2, gerast við, at festarin rindar fyri eitt hóskandi grundstykki. Tá ið festi verða lýst leys, verða møguligir bygningar á festum seldir fyri marknaðarvirði.
Landsjørðin verður seld fyri fastan prís uttan alment útboð frammanundan, og verður í høvuðsheitum seld kommunum til byggilendi. Tað er sera ymiskt, hvussu nógv almenn jørð verður seld einstaka árið, og er tað trupult nágreiniligt at meta um eina upphædd. Eisini er tað ringt at meta um, hvussu stórar upphæddir talan verður um í sambandi við, at festarar yvirtaka bygningar á festum. Ásetta upphæddin upp á 10 mió. kr. er soleiðis ein leyslig meting.
Eftir § 5 í løgtingslóg nr. 21 frá 17. mai 2004 um Búnaðargrunn skal ágóðin av søluni flytast Búnaðargrunninum, og verða bókaður á kontu hjá avvarðandi festi. Talan hevur verið um eina fyri landskassan útreiðsluneutrala játtan.