Verður Annika Olsen vald í Tórshavnar Býráð, so fer hon at siga løgtingsessin frá sær.
Tað segði hon við útvarpið í gjárkvøldið.
Tað merkir, at Joen Magnus Rasmussen kemur á ting fyri Fólkaflokkin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og løgtingsmaður, boðaði í apríl frá, at hann sigur løgtingssessin frá sær, um hann heldur fram sum borgarstjóri í Havn eftir kommunuvalið 8. november.
Tað merkir, at Hilbert Elisson í Vestmanna tekur sæti fyri Heðin Mortesen í løgtinginum.
Hilbert Elisson er nummar 14 á listanum hjá Javnaðarflokkin. Verður Heðin Mortensen borgarstjóri, so merkir tað, at Javnaðarflokkurin fimm føst varafólk á tingi. Fýra fyri landsstýrisfólkini og ein fyri borgarstjóran í Havn. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er nummar 11 á listanum. Hann hevur biðið seg undan at taka sæti á tingi, tí hann er fólkatingsmaður.
Fær Hilbert Elisson fæst sæti á tingi, so verður Bjørg Dam varafólk á tingi, tá onkrum í Javnaðarflokkinum berst frá.
Persónliga atkvøðubýtið hjá 15 teimum fremstu á listnum hjá Javnaðarflokkinum:
| Listin | 461 |
1 | Aksel V. Johannesen | 2.405 |
2 | Sonja Jógvansdóttir | 1.021 |
3 | Eyðgunn Samuelsen | 433 |
4 | Rigmor Dam | 396 |
5 | Heðin Mortensen | 392 |
6 | Henrik Old | 387 |
7 | Kristin Michelsen | 302 |
8 | Bjarni Hammer | 298 |
9 | Helena Dam á Neystabø | 198 |
10 | Jónleif Johannesen | 183 |
11 | Sjúrður Skaale | 175 |
12 | Kristianna W. Poulsen | 157 |
13 | Djóni Nolsøe Joensen | 135 |
14 | Hilbert Elisson | 122 |
15 | Bjørg Dam | 115 |
Annika Olsen segði við in.fo 6. august, at heldur als ikki, at somu fólk skulu umboða ein flokk í bæði býráð og á tingi.
Hon segði, at tað snýr seg ikki um, hvat ein politikari hevur stundir til.
– Hetta hevur nakað við fólkaræði at gera – tí tað smalkar fólkaræðið, at somu fólk ikki sita í øllum sessum, segði hon.
Og hon endurtók í samrøðu við útvarpið í gjárkvøldið, at hon fer ikki at sita í báðum sessunum.
Fer hon úr Løgtinginum, so tekur nummar sjey á fólkaflokslistanum sætið á tingi fyri hana, og tað er Joen Magnus Rasmussen. Tá verður tað Janus Rein, sum skal møta sum varamaður, um onkrum í Fólkaflokkinum berst frá at møta.
Persónliga atkvøðubýtið hjá 8 teimum fremstu á listnum hjá Fólkaflokkinum:
| Listin | 178 |
1 | Jacob Vestergaard | 966 |
2 | Annika Olsen | 961 |
3 | Jørgen Niclasen | 699 |
4 | Jákup Mikkelsen | 380 |
5 | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir | 371 |
6 | Jógvan á Lakjuni | 365 |
7 | Joen Magnus Rasmussen | 278 |
8 | Janus Rein | 273 |