Samskip
Samstundis er Joel undir Leitinum settur sum nýggjur stjóri hjá Samskip í Føroyum, og tvey fólk eru sett í starv á skrivstovuni í Havn. Tey hava øll drúgvar royndir og innlit í flutningsvirksemið, og Samskip fegnast um at hava fingið hesi fólkini at starvast innan fyritøkuna.
Við hesum tiltaki verða íalt fýra starvsfólk hjá Samskipum í Føroyum. Ein starvaðist frammanundan í Klaksvík, har felagið hevur havt regluliga rutusigling síðani fyrst í april í hesum ári.
?Vit hava fingið gott fótafesti á føroyska marknaðinum, og undirtøkurnar hava verið stak góðar síðani vit fóru undir virksemið tíðliga í vár,? sigur Knútur G. Hauksson stjóri hjá Samskip. ?Skrivstovan í Havn og reglulig rutusigling úr Havnini kemur sum eitt framhald av okkara arbeiði í Føroyum, og vit umhugsa at økja um okkara virksemi har.?
Síðani Samskip byrjaðu at sigla til Føroya - í fyrstani tvær ferðir um mánaðin við Skaftafelli í byrjanini av april og síðani eina ferð um vikuna, tá Akrafell fór undir sigling- hevur høvuðsdenturinn verið lagdur á útflutning af feskum og frystum fiski til Europa. Ongar broytingar eru ætlaðar hesum viðvíkjandi, og eru heldur ongar broytingar ætlaðar í samstarvinum við flutningsfyritøkuna Farmaleiðir. Ferðaætlanin hjá felagnum verður hinvegin endurskoðað, fyrst og fremst við tí fyri eyga at bøta um tænastuna við innflytararnar og onnur viðskiftafólk.