BankNordik hevur sett 38 ára gamla Joel undir Leitinum sum leiðara fyri Corporate Finance deild bankans.
Nýggi Corporate Finance leiðarin avloysir John Rajani, ið er nýggjur leiðari á Vinnulívsdeildini. Joel undir Leitinum kemur úr einum starvi sum stjóri í P/F Samskip, har hann hevur starvast síðani 2004. Hann er útbúgvin Cand merc við sergrein í fígging og roknskapi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Við tilvísing til Súna Schwartz Jacobsen, stjóra, fær Joel undir Leitinum yvirskipaðu ábyrgdina av bankans Corporate Finance deild. Corporate Finance deildin í BankNordik tekur sær av at ráðgeva vinnukundum um m.a. keyp, sølu og samanlegging av fyritøkum. Eisini ráðgevur deildin í spurningum um kapitalveiting og virðisbrævaskráseting.
Joel undir Leitinum byrjar eftir ætlan í starvinum 1. november.
Bankin søkti í summar eftir fleiri leiðarum at luttaka í áhaldandi menning bankans, ið eisini fevnir um virksemið uttanlands. Umframt Corporate Finance leiðaran, hevur bankin sett nýggjar leiðarar fyri Marknaðardeildina, Stjórnarumsitingina og Starvsfólkadeildina.









