Joel og Amariel sýna fram

Joel úr Minnesota og Amariel úr Klaksvík sýna fram í Havn komandi dagarnar

Fríggjadagin letur upp nýggj framsýning í Galarie Focus í Havn. Joel Cole og Amariel Norðoy fara at sýna fram verk á felagsframsýning.
Joel Cole vaks upp í Minnesota í USA, har hann var umgyrdur av skógi, áum og stórum víddum. Joel brúkar náttúruna í sínum verkum, sum eru gjørdur úr træi
Í umrøðu av framsýningini verður sagt soleiðis um verkini hjá Joel:
- Ein holl og djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera, hvat verður sett saman og hvussu. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir, Joel skapar, spæla við markið ímillum list og funktionalitet og bjóðar definitiónini av list hjá áskoðaranum av.
Amariel Norðoy, sum er grafikari og málari, telist millum okkara kendastu listarfólk. Hann hevur í ein mansaldur sýnt síni verk fram her í Føroyum og í útlandinum. Afturvendandi tema hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn. Flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum í Klaksvík, Mikladali og Kalsoyarfjørði.
Fernisering verður í Galerie Focus fríggjadagin frá kl. 16.00, og framsýningin er opin til 22. mai.